Hipp hurra Pætur er 1 ár.
Tillukku við degnum allarbesti lítli Pætur. Vit eru so góð við teg og tú ert so fittur og raskur.
Tað gongur gott í dagrøktini hjá Pætur. Ótrúligt sum hann longu er blvin stórur og raskur og ótrúligt at tað hósdagin eru 7 mánaðair síðan vit hittust fyrstu ferð og enn meira ótrúligt at okkara lítli lítlibeiggi verður 1 ár leygardagin 3. mars.
3 mars 2006 minnast vit ógvuliga væl. Tað var ein syrgiligur dagur. Kavi og hálka og lítið vistu vit tá, at tað eisini var dagurin sum okkara Pætur varð føddur. Ein gleðisdagur
Hetta er so okkara nýggja heimasíða. Ber yvir við okkum um hon tykist eitt sindur tóm tað fyrstu tíðina. Vit skulu læra at brúka hana.
Vit vóru móð av at hava eina "danska" heimasíðu og fara tí at royna hetta konseptið ístaðin. Hetta er ørvísi enn 123 heimasíðurnar, men her er so eitt gott og tað er at man kann seta loyniorð á um man hevur hug til tað.
Tað hendur ikki tað heilt stóða akkurát nú og so kortini. Pætur er byrjaður í dagrøkt. Tað gongur gott og hann er ordiliga raskur. Í dag skal han fyri fyrstu ferð sova har.