Hey, eg eiti Bjørk :-)
Vælkomin til mína heimasíðu.


Um meg:
Eg eri fødd 18.09.1997 og vigaði 3150 gr og var 52 cm long. Eg eri elst av trimum systkjum. Eg havi eina lítla systir sum eitur Vár, og ein lítlan beiggja sum eitur Árant. Vár er 7 ár og Árant er 7 mánaðir. Eg eigi eisini eina kettu sum eitur Rósa. Hon er 4 ár, og eg eri sooo góð við hana - eg elski, tá ið hon kemur inn í mítt kamar og leggur seg at sova á fótalagnum hjá mær. Mamma mín eitur Ester og pápi mín eitur Jónleif. Mamma mín er lærari í Argja skúla og pápi mín siglir sum maskinstjóri við einum supplybáti sum eitur North Fortune hjá Gulf Offshore í Norra.

Um meg sjálva kann eg í stuttu greiða frá, at mær dámar ordiliga væl at spæla cello, svimja og várgleði. Mínar vinkonur er allar genturnar í 4.b í Venjingarskúlanum og Johanna, Durita, Elinda, Súsanna og Vár.

Tit eru vælkomin at fyljga við í øllum tí sum hendir í mínum lívið, við at vitja mína heimasíðu.




Tú ert gestur nr. 1442