| Hey tit vælkomin til mína heimasíðu:) |
| Eg eiti Vár og henda heimasída er ætlad familju og vinum, sum ikki búgva so nær vid hjá okkum, og so sjálvandi øllum hinum, sum bara vilja síggja meg:) Skrivid endiliga í gestabókina:) |
|
Um meg:
Um eg hevdi verid sum hini, so hevdi eg verid fødd, tá id læknar og jardarmødur søgdu eg skuldi koma, men noy. 6 vikur og ein dag ádrenn mamma var sett, hevdi eg ikki hug at vera í búkinum hjá henni meira (sjálvt um eg hevdi tad gott har).
Tad hendi ein sunnudag. Mamma var farin til Kvívíkar eftir Kára abba, tí hann skuldi koma til Strendur at hjálpa til at gera alt í stand til at eg skuldi koma í verdina. Medan tey bædi koyra heim, byrji eg at geva mammu óbehagiliga pínu um lendarnar (thihi), men mamma, líka veit hon, so hon letur bara sum luft. Seinni um kvøldid versnar pínan bara, og abbi heldur at nú kann vera nokk. So hann ringjur eftir lækna. Løtu seinni eru bædi lækni og Ann omma á Strondum, og læknin sigur at nú gongur leidin til havnar. Mamma var á fødideildini uml. á midnátt og har var stadfest, at eg mátti út (so eg fekk mín vilja, jeyyyy:)) Kl. 06.10 vard hon sett á vatnid og kl. 08.27 var eg fødd. 2070gr og 46 cm long:) Mamma slapp líka at halda í mær eina lítla løtu, so mátti lækni hyggja eftir mær. Og eg vard løgd í kuvøsu. Tá id eg vard fødd, var sagt vid mammu, eg hon skuldi vænta at vit fóru at vera á fødideildini uml ein mánad, eisini tí, at tá id eg var fødd, tá dugdi eg ikki at súgva. Men tey kendu ikki meg. Tvætl, 2 dagar aftaná eg var fødd, tá át eg frá mammu. Og tvær vikur aftaná eg var fødd sluppu vit heim:) Soleidis eri eg enn. Ongin skal koma og siga mær, at eg ikki kann. 6 vikur ádrenn tíd, men eg klári meg soo væl í dag. Eri sera frammaliga í øllum og klári meg væl:)) |
|
|
|
|