Vælkomin á Barnaland.fo - eitt framúr tilboð til føroyskar familjur, børn teirra og onnur við tilknýti til Føroyar. Barnaland.fo gevur familjum ein upplagdan møguleika, at hava eitt tætt samband við síni kæru. Nógvir føroyingar búgva, lesa ella arbeiða í Danmark og øðrum londum og nógv sigla eisini úti stóran part av árinum. Her er alnetið ein upplagdur møguleiki at hava samband hvør við annan og hesa gongdina ynskja vit á Barnaland.fo at menna.
Nú gevur Barnaland.fo sum nakað spildurnýtt øllum høvi til at gera eina ókeypis heimasíðu til barnið ella børnini. Hetta merkir at øll fáa høvi at geva familju, vinum og kenningum innlit í, hvussu barnið ella børnini trívast og mennast. Umframt eina ókeypis heimasíðu kunnu foreldur leggja Bók barnsins, barnabloggar, filmklipp og mangt annað um barnið út á alnetið, uttan at tað nýtist at gerast ov alment og ópersónligt, tí tað eru tit foreldur, ið avgera, hvør sleppur at síggja heimasíðuna hjá barninum.
Visjónin røkkur tó nógv longri enn møguleikan at gera egnu heimasíðu við myndum og bloggi, tí ígjøgnum Barnaland.fo ynskja vit at vera við til at menna eitt føroyskt alnetssamfelag, har familjur hjálpa og stuðla hvørjum øðrum ígjøgnum kjak um alt frá viðgongutíð og barnsburði til uppaling og tað at vera foreldur.
Dreymurin er, at Barnaland.fo verður eitt stað fyri familjuna á alnetinum - ein livandi interaktivur portalur - har foreldur nema sær vitan og kunnleika og serliga fáa høvi at deila sínar gleðir, sorgir og royndir við øðrum foreldrum. Tað er sera umráðandi fyri okkum, at trygdin er í hásæti, og tí er tað foreldrini sjálvi, ið ráða fyri, hvør skal síggja heimsíður, myndir osfr.
Vit ynskja at vera í støðugari menning og við jøvnum millumbilum fara vit at bjóða brúkarum nýggj og spennandi tilboð. Vit lurta eisini fegin eftir, hvat ið brúkarin sjálvur ynskir. Barnaland.fo er sprotti úr megnar arbeiði, sum stigtakararnir til sera vælumtóktu íslendsku heimasíðuna www.barnaland.is hava gjørt. Tann føroyska síðan www.barnaland.fo verður umsitin av Maibritt Højgaard, sálarfrøðingi, ið sjálv er mamma og føroyingur búsitandi í Danmark.
Frontur ehf
Island
http://barnaland.fo |
Brúkaratreytir
| API
© 2000-2010 barnaland.fo
Copyright Upplýsingar um Barnaland.fo | S1
http://barnaland.fo
© 2000-2010 barnaland.fo
Copyright | S1